17.03.2008
Faroe Ship – Nýggjan krana
Tíðindaskriv
Faroe Ship – Nýggjan krana
- Greppur nevnist hann -
Í sambandi við at Faroe Ship hevur lagt tað mesta av virkseminum um til bingjuflutning, hevur felagið gjørt av at keypa ein nýggja krana av slagnum Gottwald 6407. Kranin vigar 415 tons og hevur 7 akslar og lyftir uml. 100 tons út á 24 m.
Umframt at handfara bingjur gevur kranin Faroe Ship møguleika at handfara størri bulklastir eisini.
Nýggi kranin er diesel elektroniskur og hevur sera lága diesel nýtslu. Hann er tann mest umhvørvisvinarligi kranin og hevur tað lagsta óljóð støði sum finst á marknaðinum.
Nýggi kranin kemur at lætta um arbeiðsgongdina, trygdina eins og um tíðina at handfara góðsi. Fyri at gagnnýta møguleikanar á krananum til fulnar, má havnin styrkja kajkantin og dýpa havnina – hetta verður vónandi gjørt í framtíðini.
Kranin er framleiddur av Gottwald Port Technology í Dusseldorf. Gottwald er heimsins leiðandi framleiðari av ”mobile harboure crane” og framleiddi 92 kranar í 2007.
Í sambandi við nýggja kranan er útskrivað innanhýsis navnakapping sum siðvenja er í samtakinum. Navnið bleiv avdúkað í dag og vinnarin av navnakappingini er Silri M. Hentze, sum arbeiðir í Faroe Express, við navninum Greppur.
Orðið Greppur verður nýtt í kvæði og merkir: risi ella kappi. Somuleiðis verður orðið at ”greppa” javnan nýtt sum teldumál millum forritarar. At ”greppa” merkir at fara inn í eina fílu og heinta út eitthvørt - eins og ”Greppur” heintar bingjur...


Back |
Print |
Send