09.05.2008
Faroe Ship - Ársúrslit 2007
Tíðindaskriv:
Avlop hjá Faroe Ship-samtakinum
- Serligar umstøður ávirka úrslitið -
Feløgini í Faroe Ship samtakinum høvdu kr. 4,6 mió. í avlopi í seinasta
roknskaparári. Hóast hetta ikki kann metast at vera nakað gott úrslit, er úrslitið ikki
óvæntað, og leiðslan er eftir umstøðunum nøgd.
Einasta felag í samtakinum, sum ikki hevði avlop, er P/F Faroe Ship, sum hevði kr.
25 mió. i halli. Orsøkin til tað stóra hallið eru serligar niðurskrivingar av skipum.
Nógv orka er í farna ári løgd í at samskipa virksemið í feløgunum, og sum lið í
arbeiðinum at betra um flutningin millum Føroyar og útheimin varð avgjørt at skifta
tey gomlu skipini út. Lómur og Blikur eru seldir eftir roknskaparlok, og prísurin,
sum fekst fyri teir, var lægri enn tað virði, skipini vórðu bókað til í roknskapinum.
Søluprísurin var kendur, áðrenn roknskapurin fyri 2007 var liðugur, og tað varð mett
at vera rætt at niðurskriva skipini til søluprísin. Hetta førdi til, at Faroe Ship hevði
stórt hall.
Teir hækkandi oljuprísirnir tyngja eisini raksturin. Men hóast hetta og hóast eyka
niðurskrivingar av skipum høvdu føroysku feløgini í samtakinum samanlagt eitt
avlop upp á kr. 4,6 mió.
Back |
Print |
Send