20.05.08

Tíðindaskriv - Nýggja siglingarleiðin avloysir Scrabsterleiðina -

Nýggi Lómur og Blikur sigla beinleiðis til Immingham við fiskavørum.

Sum kunnugt tók Faroe Ship nýggja siglingarætlan í brúk fyrst í árinum har fýra
bingjuskip og eitt plattaskip vóru sett til at røkja siglingina millum Føroyar og mongu
havninar í Skandinavia og Evropa.

Í tráð við framtíðarætlanir felagsins hevur verið hildið á við arbeiðinum at umleggja
alt virksemi felagsins til bingjuflutning, við tí endamáli at sameina og streymlinja
virksemi, hetta fyri framhaldandi at kunna bjóða eina góða heildarloysn, hækka
tænastustøði og varðveita kappingarføri.

Nú er tíðin búgvin og avgjørt er at frá fyrst í juli 2008 fer allur inn- og útflutningur
umvegis Tórshavn við bingjuskipunum; Blikur, Lómur, Góðafoss og Dettifoss.
Mongu akfør okkara koma soleiðis at røkja innlendisflutningin fyri viðskiftafólk
okkara framyvir.

Nýggi Lómur og Blikur røkja siglingina til/frá Tórshavn, Immingham, Århus,
Gøteborg, Fredrikstad, Reykjavík og Reyðarfirði.

Godafoss og Dettifoss røkja siglingina til/frá Tórshavn, Rotterdam, Hamburg, Århus,
Reykjavík, Grundartanga.

Vísandi til at Scrabsterleiðin verður umløgd til Immingham hevur Faroe Ship gjørt
samstarvsavtalu við Quayside í Grimsby um flokking og koyring av feskfiski. Í tøttum
samstarvi millum Eimskip Immingham, Quayside og Faroe Ship kunnu vit við hesi
siglingarætlan bjóða kundum okkara at levera feskfisk í UK, Skotlandi og Boulogne
Sur Mer mánamorgun.

Um fleiri upplýsingar ynskjast, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við stjóran
ella sølufólk okkara í útflutningsdeildini.

Back | Print | Send