20.02.2009

Besta flutningsloysn til føroyskt vinnulív

Nýggjar tíðir – Nýggjar leiðir

- Faroe Ship økir komu- og fráferðir til frama fyri Føroyskt vinnulív

Frá mars 2009 kemur Faroe Ship at reka 3 leiðir millum Føroyar og útheimin við 5 skipum, t.e.:
Norðurleiðin við Goðafoss, Dettifoss, Suðurleið við Brúðarfoss, Selfoss og Føroyaleiðin við
Bliki.

Umframt at vera partur av siglingarkervinum hjá Eimskipum hevur Faroe Ship gjørt avtalur við
Mærsk og Containership um flutning til t.d.: mið- og fjareystur, Suður Amerika, Russland og
baltisku londini v.m. Harumframt er samstarv gjørt við Eimskip-CTG, sum gevur Faroe Ship
møguleika at bjóða “reefer” flutning av størri lastum.

Siglingarkervið er tillagað ynski kundans. Vit eru sannførd um, at Faroe Ship nú hevur bestu
innflutnings- og útflutningsloysnir á marknaðinum. Føroyaleiðin siglir beinleiðis úr Føroyum til
Danmarkar mikudag, Suðurleiðin siglir beinleiðis til UK fríggjadag, og Norðurleiðin siglir
beinleiðis til Evropa (Rotterdam) leygardag. Innflutningur frá øllum Evropa kemur við
Føroyaleiðini og Norðurleiðini til Føroya í vikuskiftinum.

Nýggja siglingarætlanin ger, at Faroe Ship nú kann bjóða allar loysnir innan bingjuflutning, t.e.:
stykkjagóðs (LCL), bingju loysnir (FCL): 20 fót, 40 fót, og sum nakað nýtt eisini 45 fót.

Faroe Ship – siglingarkervi – frá mars 2009

Faroe Ship bjóðar eisini flutning í samstarv við:
   - Eimskip: Amerikuleiðin
   - Containership: Russland og baltisku londini
   - Mærsk: mið- og fjarðeystur, Suður Amerika
   - Eimskip-CTG: “reefer” flutningur

 

 

 

Trýst her fyri at lesa tíðindaskrivið í pdf.

Um fleiri upplýsingar ynskjast, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við stjóran ella
sølustjórar okkara.

Jóhanna á Bergi      Halgir D. Olesen           Rene D. Olesen
Stjóri                     Sølustjóri - útflutningur  Sølustjóri – innflutningur 

Back | Print | Send