Besta flutningsloysn til føroyskt vinnulív
Nýggjar tíðir – Nýggjar leiðir
- Faroe Ship økir komu- og fráferðir til frama fyri Føroyskt vinnulív
Frá mars 2009 kemur Faroe Ship at reka 3 leiðir millum Føroyar og útheimin við 5 skipum, t.e.: Norðurleiðin við Goðafoss, Dettifoss, Suðurleið við Brúðarfoss, Selfoss og Føroyaleiðin við Bliki.
Umframt at vera partur av siglingarkervinum hjá Eimskipum hevur Faroe Ship gjørt avtalur við Mærsk og Containership um flutning til t.d.: mið- og fjareystur, Suður Amerika, Russland og baltisku londini v.m. Harumframt er samstarv gjørt við Eimskip-CTG, sum gevur Faroe Ship møguleika at bjóða “reefer” flutning av størri lastum.
Siglingarkervið er tillagað ynski kundans. Vit eru sannførd um, at Faroe Ship nú hevur bestu innflutnings- og útflutningsloysnir á marknaðinum. Føroyaleiðin siglir beinleiðis úr Føroyum til Danmarkar mikudag, Suðurleiðin siglir beinleiðis til UK fríggjadag, og Norðurleiðin siglir beinleiðis til Evropa (Rotterdam) leygardag. Innflutningur frá øllum Evropa kemur við Føroyaleiðini og Norðurleiðini til Føroya í vikuskiftinum.
Nýggja siglingarætlanin ger, at Faroe Ship nú kann bjóða allar loysnir innan bingjuflutning, t.e.: stykkjagóðs (LCL), bingju loysnir (FCL): 20 fót, 40 fót, og sum nakað nýtt eisini 45 fót.
Faroe Ship – siglingarkervi – frá mars 2009


Faroe Ship bjóðar eisini flutning í samstarv við: - Eimskip: Amerikuleiðin - Containership: Russland og baltisku londini - Mærsk: mið- og fjarðeystur, Suður Amerika - Eimskip-CTG: “reefer” flutningur

Trýst her fyri at lesa tíðindaskrivið í pdf.
Um fleiri upplýsingar ynskjast, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við stjóran ella sølustjórar okkara.
Jóhanna á Bergi Allan N. Hansen Rene D. Olesen Stjóri Sølustjóri - útflutningur Sølustjóri – innflutningur |