12.12.2007

Nýggjar tíðir – Nýtt siglingarkervi

Faroe Ship tekur nýggja siglingarætlan í brúk fyrst í januar 2008, sum er skapt eftir ynski og tørvi kundans. Trý nýggj skip, tvey bingjuskip og eitt plattaskip, umframt Godafoss og Dettifoss koma at røkja siglingina til og úr Føroyum. Upplýst verður í næstu framtíð, hvørji tey nýggju skipini eru, og nýggja siglingarætlanin verður kunngjørd í vikuni.

 

Í tráð við framtíðarætlanir felagsins og nýggja siglingarkervið er avgjørt at selja Lóm og Blik. Lómur verður handaður keypara fyrst í januar 2008 og Blikur fyrst í februar 2008.

 

Nýggja siglingarkervið er lagt neyvt til rættis og fer m.a. at hava hesar ágóðar við sær: víðkan av rutunetinum, betri ferðaætlan, betri reglusemi, betri pláss, betri handfaring av góðsinum og enn betri tænastu til viðskiftafólk okkara.

 

Í Føroyum fer allur bingju inn- og útflutningur til og úr Tórshavn, og mongu akfør okkara koma soleiðis at røkja uppgávuna at koyra millum skipini og viðskiftafólk og vørugoymslur okkara. Faroe Ship hevur vørugoymslur á fylgjandi plássum: Tórshavn, Klaksvík, Tvøroyri, Søldarfirði og Runavík har oljuútgerðarhavnin eisini er.

 

Í sambandi við broytingina verður allur inn- og útflutningur frá og til Danmarkar leiddur gjøgnum Århus heldur enn bæði gjøgnum Hirtshals og Århus, sum nú er. Í Århus verður alt góðs til og úr Føroyum avgreitt í nýggja vøruhúsi felagsins, sum er yvirtikið frá Mærsk. Vøruhúsið er einar 5.000 m2 og hevur sera góðar umstøður at taka í móti innflutningsgóðsi, sameina smápakkar og platta góðs í bingjur, taka í móti útflutningsgóðsi, goyma tað og handfara tað í tempra stýrdum øki, og útbýta tað í Danmark og til onnur lond í Evropa, Baltikum, Russland...

 

Plattaskipið fer at sigla tvær ferðir um vikuna millum Føroyar og Scrabster, og havnirnar í Føroyum verða Runavík og Tvøroyri.

 

Um fleiri upplýsingar ynskjast, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við stjóran ella sølufólk okkara.

Back | Print | Send