02.01.2008
Tíðindaskriv - Lómur/Blikur
Tíðindaskriv

Lómur og Blikur eita nýggju bingjuskipini hjá Faroe Ship
Sum kunnugt hevur Faroe Ship átt nógv skip gjøgnum árini og verða hesi Lómur (nr. 3) og Blikur (nr. 5).
Bingjuskipini Lómur og Blikur koma saman við Godafoss, Dettifoss og einum platta skipi at røkja nýggju
siglingarætlanina hjá Faroe Ship, galdandi frá fyrst í januar 2008.
- Nýggi Lómur og Blikur fara at røkja siglingina til/frá Tórshavn, Immingham, Århus, Goteborg,
Fredrikstad, Reykjavík og Reyðarfirði.
- Godafoss og Dettifoss fara at røkja siglingina til/frá Tórshavn, Rotterdam, Hamburg, Århus,
Reykjavík, Grundartanga.
- Gamli Blikur fer at røkja siglingina millum Føroyar og Scrabster til annað skip kemur í februar 2008.
Nýggja siglingarætlanin er tøk á heimasíðu felagsins
www.faroeship.fo
Um fleiri upplýsingar ynskjast, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við stjóran ella sølufólk okkara.
Back |
Print |
Send