06.08.2008

Faroe Ship broytir siglingarætlan

Góðan dagin,

Sí vinarliga viðlagt kunning um broytingar í okkara siglingarætlan.

Í stuttum kann sigast at Dettifoss og Goðafoss koma at sigla millum Ísland, Tórshavn, Rotterdam,
Fredrikstad, Gøteborg og Århus. Blikur kemur at sigla millum Tórshavn, Imminghavn og Århus.

Nýggja siglingarætlanin líkist sera nógv núverandi siglingarætlan og skuldi bert havt jaliga
ávirkan á okkara tænastu, t.d. er hon tryggari fyri fiska flutningin til Imminghavn og møguleiki
verður at innflyta vørur til Føroyar frá Danmark tvær ferðir um vikuna. 

Um viðmerkingar ella spurningar eru, frætta vit fegin frá tykkum.

Innflutningur:   Rene D. Olesen, 23 90 33, renedo@faroeship.fo

Útflutningur:    Allan N. Hansen, 23 90 23, allan@faroeship.fo

Annað:           Jóhanna á Bergi, tel. 23 90 10, johanna@faroeship.fo

Tryst her fyri at taka siglingarætlanina niður.

Back | Print | Send