Búmerkið
Faroe Ship er eitt felag við einari ríkari søgu. Stovnað í 1919 var Faroe Ship, ið inntil 2006 æt Skipafelagið Føroyar, slóðbrótari innan føroyska flutningsvinnu. Langa søgan, minnini og siðsøguligu virðini hjá felagnum gera, at sterkar kenslur eru knýttar at virksemi felagsins. Tá farast skuldi undir hesa sniðhandbók var nevniliga sagt, at grafiski samleikin skuldi nútímansgerast, men at búmerkið skuldi ikki pilkast við.
Hetta var tó kortini gjørt, men á ein varligan hátt. Grafiski samleikin hjá einum virki er sera nógv tengdur at búmerkinum. Gjørt var av at royna at nútímansgera búmerkið uttan at broytingin var kollveltandi.
Flaggið
Sereyðkennið, flaggið, varð teknað einfaldari. Fyrst varð flaggstongin tikin burtur. Síðani var hallið á flagginum minkað og strikan rundan um breiðkað. "SF" merkið í flagginum bleiv eisini teknað umaftur við støði í nýggju búmerkjaskriftini.
Skriftin
Til navnið varð skriftin "Eurostile Bold Extended" vald. Henda skriftin, skrivað við stórum stavum, gevur búmerkinum eina hóskandi styrki, og kann betur sameinast við virðini hjá Faroe Ship.
Litirnir
At enda vóru litirnir broyttir nakað. Gamla búmerkið nýtti litirnar á Merkinum, men hesir vóru mettir at vera ov veikir. Litirnir vórðu gjørdir "skitnari", t.v.s. at litirnir nú eru myrkari og standa sterkari.
Press here to download logo

Reglur um nýtslu
Búmerkið hjá Faroe Ship skal ongantíð broytast. Flaggið og navnið skulu altíð hava somu proporsjónir sínamillum. Heldur ikki er loyvt at flyta flaggið í mun til navnið.
Í einstøkum førum kann flaggið standa einsamalt, men hetta skal bert vera, tá ið plássið, sum tað skal á, ger tað neyðugt. Her kann vera talan um lastbilar, húsaskjøldrar o.a.
Búmerkið skal altíð standa vatnrætt.
