Leitar tú eftir læruplássi í eini spennandi altjóða fyritøku? Kom í læru hjá Faroe Ship

Faroe Ship søkir eftir fýra lærlingum at byrja 1. september 2024. Talan er um tríggjar shipping-lærlingar til útflutnings- og innflutningsdeildina og kundatænastuna og ein bókhaldslærling til fíggjardeildina.

Vit bjóða tær eitt spennandi og áhugavert lærupláss við áhaldandi menning og støðugum broytingum, ein sterkan felagsskap í einum óformligum og gevandi umhvørvi, og vit leggja dent á eitt gott og virkið samskifti.  

Góð og skjót tænasta er okkara grundarsteinur.


Shipping-lærlingar

Lærlingarnir verða knýttir at útflutnings- og innflutningsdeildini umframt kundatænastu okkara.

Útflutnings- og innflutningsdeildirnar taka sær av sølu og logistikki í sambandi við inn- og útflutning av góðsi.

Kundatænastan tekur sær av allari handfaring av flutningsskjølum, skráseting av góðsi, tolling og flutningssamskipan.

Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin, sum er í Danmark, er 8-10 vikur.


Lærlingur til bókhaldið

Lærlingurin verður settur á fíggjardeild okkara.

Uppgávurnar á fíggjardeildini fevna um at bóka, avstemma rokningar, røkt av skuldarum og ognarum, lønarflytingar og annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

Lærutíðin er 2 ár við búskaparbreyt og 2 ár og 6 mánaðir við øðrum miðnámsskúlaprógvi. Skúlagongdin, sum er 7 vikur, er í Føroyum.


Førleikar

Vit leita eftir umsøkjarum, sum hava í minsta lagi prógv á miðnámsstøði.

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur eina skipaða tilgongd til arbeiðið og eyga fyri smálutum;

  • ert forvitin av lyndi og hevur støðugt hug til, at tingini verða gjørd betri og einfaldari;

  • megnar at hugsavna teg um fleiri ting í senn;

  • hevur nærlagni og bindindi til at skráseta og góðskutryggja;

  • leggur dent á gott samstarv og dámar væl at tingini verða avgreidd;

  • trívist í einum toymi, men at tú eisini hugsar sjálvstøðugt; og

  • hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum umframt góðar telduførleikar

Umsókn og setanarviðurskifti


Starvið verður sett skjótast til ber við byrjan 1. september 2024. Lønin er sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Umsóknir saman við lívsrensli og prógvum skulu sendast til jobs@faroeship.fo í seinasta lagi 14. juli 2024. Viðmerk antin «bókhald» ella «shipping»

Nærri fæst at vita um størvini frá Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 549054 ella á teldupost esda@faroeship.fo


Um Faroe Ship

Faroe Ship varð sett á stovn í 1919, og eru vit fremsta shipping- og flutningsfyritøka í Føroyum.

Vit hava deildir í Klaksvík, á Tvøroyri og Tórshavn, har høvuðsskrivstovan er.

Um 100 starvsfólk eru knýtt at Faroe Ship.

Faroe Ship er partur av altjóða flutningsfyritøkuni Eimskip, og vit eru sostatt partur av eini flutningsneti við uml. 60 deildum í á leið 20 londum, umframt at vit eru einaumboð fyri MAERSK í Føroyum.