Fara á efnissvæði

Faroe Ship tekur nú eitt stórt stig framá fyri at geva føroyskum vinnulívi ein møguleika at koma enn nærri europeiska marknaðinum.

Frá august í ár fer Faroe Ship hvørja viku at hava eina nýggja beinleiðis rutu úr Føroyum til Rotterdam og aftur til Føroya. Rutan verður røkt av Skogafoss, sum burturav fer at røkja hesa rutuna.

Henda nýggja rutan fer at skapa møguleikar fyri føroyskar útflutningsfyritøkur, soleiðis at hesar fáa sínar vørur til kundarnar á europeiska meginlandinum beinleiðis úr Føroyum við styttri flutningstíð.

Faroe Ship metir eisini, at fyri føroyskar innflytarar fer henda nýggja rutan við styttri flutningstíð at geva aðrar innflutningsmøguleikar, enn teir higartil hava havt.

Fráferð av Havnini verður týskvøld, soleiðis at vit røkka Rotterdam hóskvøld. Komið verður aftur á Havnina mánadag.

Um nakrar vikur verður Ålesund partur av rutuni uppgangandi, meðan fráferðin úr Føroyum framhaldandi verður beinleiðis til Rotterdam.

„Faroe Ship hevur sum visjón at skapa framburð fyri fólk og vinnulív í teimum samfeløgum, vit virka í. Føroyar liggja lutfalsliga langt frá høvuðsmarknaðum okkara, og góðir flutningsmøguleikar eru tí týdningarmiklir fyri føroyska vinnulívið og soleiðis eisini føroyska samfelagið yvirhøvur. Tí fegnist eg um, at vit nú hava eina rutu beinleiðis til europiska meginlandi við einum skipi, sum burturav røkir hesa rutu, og vit er spent at bjóða kundum okkara henda nýggja møguleikan“, sigur Steinar H. Eirikstoft, stjóri á Faroe Ship.

Fyrsta fráferðin verður av Havnini 4. august.