Fara á efnissvæði

VILT TÚ HELDUR SELJA VØRUR ENN TELJA VØRUR? HEVUR TÚ ANNAÐ AT HUGSA UM ENN GOYMSLUPLÁSS OG LAGURSTÝRING? VILT TÚ SLEPPA UNDAN ØLLUM LOGISTIKKINUM? ELLA MANGLAR TÆR BARA PLÁSS? 

 

So er Vøruhotellið hjá Faroe Ship tað, tær manglar.

 

Tú keypir og innflytur vøruna. So letur tú hana standa – ótollaða enntá – á Vøruhotellinum. Og tá tú hevur selt vøruna, kanst tú heinta hana – ella vit koyra hana út til kundan fyri teg. Vit orðna alt tað praktiska: Tolling, trygging, kreditering og dagføring av goymslutølunum.

 

Tað kann enntá vera so snilt, at tú ongantíð sært vøruna, tú selur. Serliga um vøran bara skal inn at venda á gólvinum hjá tær. Tá er hon næstan bara til fortreð.

 

Slepp undan tí praktiska og hugsavna teg um at selja. Vit taka okkum av restini.

 

Ring ella skriva til okkum um hotelluppihald á tel. 34 90 00 ella á hotel@faroeship.fo