Fara á efnissvæði

Kom við á Føroya størstu og einastu stafett renning!

Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú á www.bragdid.fo.

Vælkenda og ógvuliga vælumtókta Faroe Express Stafettin verður í ár leygardagin 29. august kl. 16.00.

Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri starvsfelagar og arbeiðspláss. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið.

Havnarlagið í Havn verður á tremur við virksemi, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum. Aftaná Faroe Express Stafettina verður skipað fyri forvitnisligum afterparty í pakkhúsinum hjá Faroe Ship.

Pakkhúsið verður umskipað til eitt streetfood øki, har møguleiki verður at keypa okkurt gott til matna og okkurt leskiligt at sløkkja tostan við. Finn saman við øðrum á arbeiðsplássinum og ger ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. Melda til Faroe Express Stafettina nú – og set tíð av til afterparty aftaná.

Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiðnum hjá Bragdinum.

Seinasta freist at melda til er 17. august 2026, kl. 22.00. Fyri at vera heilt sikkur í at fáa renniblusu, má tó meldast til í seinasta lagi 11. august 2026.

Legg tó til merkis, at í ár hava vit avmarka talið av liðum, soleiðis stongt verður fyri tilmelding, tá vit koma upp á 800 lið. Bíða tí ikki til í síðstu løtu at melda til.