Kom við á Føroya størstu og einastu stafett renning!
Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú á www.bragdid.fo.
Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini, verður stafett renning á havnarlagnum í Havn leygardagin 30. august kl. 16.
Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri arbeiðspláss og vinarbólkar. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið.
Havnarlagið í Havn verður á tremur við virksemi, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum.
Aftaná Faroe Express Stafettina verður skipað fyri forvitnisligum afterparty í Gráa Pakkhúsið.
Pakkhúsið verður umskipað til eitt streetfood øki, har møguleiki verður at keypa okkurt gott til matna og okkurt leskiligt at sløkkja tostan við.
Finn saman við øðrum á arbeiðsplássinum og ger ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. Melda til Faroe Express Stafettina nú – og set tíð av til afterparty aftaná.
Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiði hjá Bragdinum.
Seinasta freist at melda til er 18. august.