GALDANDI FRÁ 1. JULI 2024
BINGJULEIGA
Export
Frá bingjan verður veitt avskipara, inntil bingjan verður lastað á skipið, tó í mesta lagi í 10 dagar, er bingjan uttan kostnað fyri kundan.
Eftir hetta er leigukostnaðurin 200 kr um dagin fyri hvørja bingju.
Import – full container load (FCL)
Frá bingjan verður lossað av skipinum, inntil bingjan kemur tóm aftur til Faroe Ship, tó í mesta lagi 10 dagar, er bingjan uttan kostnað fyri kundan.
Eftir hetta verður leigukostnaður lagdur á bingjuna alt eftir slag av bingju.
- 20’ DC 60 DKK
- 20’ annað 85 DKK
- 20’ kølibingja 120 DKK
- 40’ DC 100 DKK
- 40’ annað 110 DKK
- 40’ kølibingja 200 DKK
Eftir 365 dagar hækkar leigukostnaðurin við 50%.
PAKKHÚSLEIGA
Import – stykkjagóðs (LCL)
Tá stykkjagóðs verður sett í pakkhús verður kravt eitt inn- og útgjald á 57 kr fyri hvørt plattapláss.
Stykkjagóðs kann standa í 5 dagar uttan eyka kostnað fyri kundan.
Eftir hetta er goymslukostnaður álagdur, sum er 5 kr um dagin fyri hvørt plattapláss.
STREYMGJALD
Export
Frá bingjan verður sett til streym á Faroe Ship terminalinum, inntil hon verður lastað á skipið, tó í mesta lagi 7 dagar, er bingjan uttan kostnað fyri kundan.
Eftir hetta er streymgjaldið 275 DKK um dagin fyri hvørja bingju.
Import
Frá bingjan verður lossað av skipinum og sett til streym á terminalinum, inntil hon verður koyrd av terminalinum, tó í mesta lagi 5 dagar, er bingjan uttan kostnað fyri kundan.
Eftir hetta er streymgjaldið 275 DKK um dagin fyri hvørja bingju.
GG! ALLIR PRÍSIRNIR Í YVIRLITINUM ERU UTTAN MVG